Í mong ár hevur Tryggingarsambandið Føroyar, seinni Tryggingarfelagið Føroyar, bygt um í gomlu bygningunum á Kongabrúnni. Umframt bygningarnar, sum Tryggingin hevur húsast í síðani 1959, er Geilin, ella Gjaldsstovan, bygd av nýggjum og tikin í nýtslu sum skrivstovuhøli og móttøka hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Men tað er ikki ætlanin, at móttøkan skal verða verandi í Geilini, hon skal eisini gerast av nýggjum ? har sum trappan var upp til gomlu móttøkuna. Tann so væl kenda gamla trappan til gamla Hotel Føroyar er nú í orðsins rætta týdningi morlað sundur ? við stórum maskinum og við dynamitti.
Har, ið trappan varð, verða nýggj, snotulig høli gjørd, ið skulu hýsa móttøku tryggingarfelagsins ? og tá øll umbyggingin einaferð verður liðug, skulu bygningarnir á Kongabrunni hýsa øllum virksemi tryggingarfelagsins í høvuðsstaðnum.
Tá ið Tryggingarsambandið fór undir virki sítt 1. juli í 1940, helt felagið til í Kristnastovu í Gongini, og har var Tryggingarsambandið til 1. mai í 1947. Tá varð skrivstovan flutt til hús við kongabrúnna, nevnd »Rosenborg«, sum nú er partur av stóra bygninginum ? tann parturin, sum er sunnan fyri trappuna.
Árið eftir, neyvari tann 1. apríl í 1948, flutti Tryggingarsambandið út í ognina í Tinganesi, Skansapakkhúsið, sum tað hevði keypt frá A/S Charles Mauritzen & Co. Har vóru skrivstovurnar, til flutt varð í húsini á Kongabrúnni tann 15. august í 1959.
Stórar broytingar vórðu farnar fram á Kongabrúnni hesi árini, meðan Tryggingarsambandið helt til úti í Tinganesi. Í árunum 1948-50 var hotellið bygt saman við Evensens húsum. Eisini vórðu aðrar ognir keyptar, t. d. Portugálið, ein hjallur og neystið hjá Nótafelagnum (Nótaneystið).
Í 1950 brann allur hotellbygningurin (Evensens hús við tí nýggja tilbygninginum) í grund. Eldurin var ásettur. So var eisini við Vektabúðin og Sjóbúðini í Tinganesi um somu tíð. Tað var eftir nýbyggingina av hotellinum og skrivstovubygninginum, at flutt varð úr Tinganesi.
Løgtingið keypti í 1957 ognina í Tinganesi til ta nýggju landsfyrisitingina, sum byggjast skuldi upp við heimastýrisskipanini.