Flogfarið við Lindu Andrews umborð fekk ikki sett seg í Vágum, og tí er almenna móttøkan í SMS í dag útsett. Og tað er ikki ein gongd ein apríl-søga Ætlanin var, at Linda Andrews skuldi lenda í Vágum um tvey-tíðina, men tá var tjúkt á flogvøllinum.
Flogfarið var yvir flogvøllinum eina løtu, men líkindini batnaðu ikki, og tí varð leiðin løgd til Bergen, har flogfarið skal bunkra og bíða eftir betri líkindum.
Nærri boð um flogfarið við Lindu Andrews koma klokkan 16.00.
Móttøkan, sum skuldi verða í SMS í dag klokkan 17.00, er fyribils útsett. Nærri boð koma seinni










