Í sambandi við at bilasølan Nordcar hálvan apríl 2004 yvirtók umboðini fyri bilmerkini BMW og Fiat í Føroyum, var móttøka og opið hús við Ringvegin við Velbastaðvegin seinasta leygardag.
Teir sum eiga bilasøluna Nordcar eru bilasølan Norðbil saman við Jákupi Klein Olsen og Jens Petur Jensen, sum er stjóri á fyritøkuni.
Fyritøkan er deild soleiðis upp, at mekaniski verkstaðurin og plátuverkstaðurin koyra sum sjálvstøðugar eindir. Aron Justinussen rekur mekaniska verkstaðin undir navninum BF-Service, og Sofus Lognberg rekur plátu- og lakkeringsverkstaðin.
Jens Petur Jensen tekur sær av bilasøluni, umframt at hann er stjóri felagsins, og Jákup Klein Olsen hevur eykalutagoymsluna.
Umleið 150 fólk stukku inn á gólvið hendan dagin, har borðreitt var við kaffi, køkum og pinnamati.