Nýggja býráðshúsið í Eysturkommunu er liðugt, og í hesi vikuni flutti kommunala fyrisitingin yvir í stásiligu nýggju hølini við Oyruna í Norðragøtu. Í hesum sambandi bjóðar kommunan til almenna móttøku fríggjadagin 8. des. kl. 15-18.
Møguleiki verður at síggja heldur serstaka bygningin, ið arkitekturin Osbjørn Jacobsen hevur teknað. Røður verða hildnar, Martin í Grund syngur nakrar sangir og okkurt gott verður til góman.
Nýggja og stásiliga býráðshúsið kemur at verða karmur um alt politiskt og fyrisitingarligt arbeiði hjá kommununi í framtíðini. Almenna kommunala snarskivan kemur eisini at halda til her.