Bergur í Garði, postverksstjóri, helt eina talu har hann m.a. takkaði Mortan fyri hvussu væl hann bleiv móttikin, tá hann tók við sum postverksstjóri í 1998. Hann segði, at Mortan hevði verið eitt gott umboð fyri stovnin bæði í Føroyum og úti í heimi.
Síðan helt Mortan talu, har hann sera livandi greiddi frá síni tíð á Postverkinum, frá tí at hann fór í læru hjá Post- & Telegrafvæsenet í Danmark í 1957, til hann nú gavst hjá Postverki Føroya 46 ár seinni.
Formaðurin í Føroya Postfelag, Sunleiv Højgaard, segði eisini nøkur orð. Hann segði m.a., at hóast hann og Mortan langt frá altíð vóru samdir, høvdu teir altíð kunna tosa væl saman og funnið fram til loysnir, sum báðir partar kundu góðtaka.
Nógv fólk nýttu høvið at heilsa uppá Mortan hendan dagin, bæði starvsfelagar, vinir og kenningar. Eisini vóru umboð fyri stovnar, sum samstarva við Postverkið. Móttøkan var í nýggju og hugnaligu kantinuni á høvuðsposthúsinum á Óðinshædd.