Móttøka hjá Føroya Tele

10. september verður almenn móttøka í nýggja bygninginum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Nærum øll starvsfólkini eru longu flutt niðan til Hoyvíkar, og eru sostatt komin undir sama tak

Andras Róin, stjóri á FøroyaTele, sigur, at ætlanin er at hava eitt størri tiltak, tá móttøkan verður.
? Tað verður nokk nøkulunda tað sama, sum tá almennar mottøkur eru, við røðum og tílíkum, sum plagar at vera. Men vit ætla at gera eitt sindur meiri burturúr, við sangi, tónleiki og skemti eisini, sigur Andras Róin.
Eisini verður framsýning av húsinum.
? Tað er eitt sindur ringt at fyrireika tílíkt, tí av tí at tað er alemnn mótøka, vita vit jú ikki hvussu nógv fólk kemur. Men vit vænta so at síggja samstarvspartanarar, starvsfólk við familju og kundar okkara.

Eru longu flutt
Andras sigur, at tey allarflestu starvsfólkini longu eru flutt niðan í nýggju hølini í Hoyvík, men at tey hava bíðað við móttøkuni, tí handverkarar hava gingið og tikið hond um tað síðsta. Men 10. september verður arbeiðið tó væntandi liðugt.
? Enn eru nøkur fá starvsfólk niðri á Tinghúsvegnum. Tey taka hond um teknikkin, sum framvegis ikki er fluttur niðan í nýggju hølini. So eru eini 20 starvsfólk, sum starvast á Teledeplinum í miðbýnum. Tey fara so ikki at koma niðan higar, tí tey taka sær av allari fysiskari kundatænastu, greiðir Andras Róin frá.
Hann sigur, at tað verður nakað langt hjá kundum at koma heilt niðan til Hoyvíkar, um tey bert skulu okkurt ørindi í Teledepinum. Tí verður handilin verandi niðri í býnum.
? Burtursæð frá teimum, eru øll um at koma upp á pláss her uppi í Hoyvík, og vit hava framvegis rúm fyri eitt sindur av fólki afturat, sigur Andras.
Í hesum døgum verður arbeitt við at fyrireika stóru almennu móttøkuna. Skráin er um at vera endaliga løgd, og lýst verður nærri í bløðunum, tá alt er fastlagt.