Nógv fólk nýttu høvið at heilsa upp á tryggingarstjóran Christian C. Nielsen hendan dagin, tá hann hátíðarhelt sín 50 ára føðingardag. Sjálvur føðingardagurin var fyri góðum tveimum mánaðum síðan, tann 20. desember 2003.
Christian er dani og er ættaður úr Kerteminde. Hann tók í 1981 løgfrøðisligt embætisprógv á universitetinum í Århus. Hann hevur starvast sum fulltrúi á Ankenævnet for Forsikring, og sum deildarstjóri í tryggingarfelagnum Østifterne, og haraftrat sum deildarstjóri hjá GF Forsikring.
Christian kom til Føroya í november 1997, tá hann varð settur sum stjóri hjá Trygd, í sambandi við at Trygd varð endurstovnað og fór undir at tekna tryggingar. Hann hevur staðið á odda fyri at víðka um virksemið hjá Trygd til í dag at fevna um nærum øll sløg av tryggingum.