Móttøka fyri SEV stjóranum

Í sambandi við at Klæmint Weihe, stjóri, hevði 25 ára starvsdag hjá elfelagnum SEV tann 1. januar 2005, var almenn móttøka hjá SEV við Landavegin fríggjadagin 7. januar

Nógv fólk nýttu høvið at heilsa upp á Klæmint Weihe hendan dagin. Røður vóru hildnar, og sangur og tónleikur var eisini á skránni.

Tey sum hildu røður vóru: Poul Arni Jacobsen, stýrisformaður í SEV, Walther Damgaard frá Ingeniørfirmaet P. A. Pedersen í Keypmannahavn, Kaj Stoumann frá Brønderslev og Oplands Elforsyning og Steen Juul Pedersen, kaðal- og linjumeistari hjá SEV, sum helt eina sera skemtingarsama røðu.

Dupultkvertettin í Ebenezer sang, og Edvard Nyholm Debes og Finnur Hansen framførdu tónleik.

Klæmint er 54 ára gamal og sørvingur. Hann tók realskúlaprógv í 1967, og í 1971 var hann útlærdur radiomekanikari.

Eftir at hann var útbúgvin veikstreymsverkfrøðingur í 1976, arbeiddi hann sum verkfrøðingur í Danmark, áðrenn hann fekk starv sum verkfrøðingur hjá SEV 1. januar 1980. Skrivstovan var tá á Hálsi í Havn.

Klæmint tók við sum fyribilsstjóri á SEV í 1982 og varð settur í fast stjórastarv í 1983.

Í hansara stjóratíð er stovnurin vaksin nógv, og nógvar stórar útbyggingar eru gjørdar kring landið.

Klæmint er eisini kendur frá ymiskum øðrum samanhangum, sum t.d. var hann
nevndarlimur í Føroya Banka, Hitafelagnum og Fjarhitafelagnum, og hann var formaður í Vágatunlinum. Í dag er hann formaður í Smyril Line.