Í 1974 settu Sólrun og maðurin, Poul Michelsen, á stovn sína egnu heilsølu í Havn. Fyrstu árini var heilsølan í heimi teirra í Gundadali til flutt varð í nýggja virkisbygningin við Hoyvíksvegin í 1980, tá Sólrun gjørdist fyrisitingarleiðari í fyritøkuni.
Umframt at hava verið stjóri í PM er Sólrun eisini rithøvundur. Hon hevur síðan 1994 givið fleiri bøkur út, skrivað stuttsøgur og yrkingar. Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fekk hon í 2003.