Móttøka fyri Robin Clementsen

Mánadagin klokkan 15 verður móttøka fyri rennaranum, Robin Clementsen, sum júst hevur framt bragdið at renna úr Skagen í Danmark til Gibraltar. Tað er borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, ið bjóðar til móttøkuna, sum verður í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu í Havn.

- Í sambandi við, at rennarin, Robin Clementsen úr Havn, júst hevur gjøgnumført drúgva rennitúrin úr Skagen til Gibraltar, hevur borgarstjórin, Heðin Mortensen, móttøku fyri honum í Posthúskjallaranum mánadagin 6. juni.

Soleiðis ljóðar innbjóðingin, sum vegna borgarstjóran er send fjølmiðlunum, og lagt verður aftrat, at hátíðarhaldið byrjar klokkan 15.