Í farnu viku skifti Sp/f SetHúsaSølan eigara. Hannelena Mittún Jacobsen, sum hevur arbeitt sum bankakvinna í næstan 40 ár, hevur yvirtikið fyritøkuna frá fyrrverandi eigaranum, Helga Brekku.
Helgi stovnaði Sp/f SetHúsaSøluna fyri seks árum síðan, og rak hana til 1. juni 2004.
Helgi og Hannelena hava tað til felags, at tey bæði arbeiddu sum bankafólk í umleið 40 ár, tá tey saðlaðu um og fóru at selja hús.
Sum bankakvinna í næstan 40 ár hevur Hannelena drúgvar royndir við húsafígging, og kennir hon tí allar mannagongdir á hesum øki.
Nógvir fyrrverandi starvsfelagar, vinir og kenningar stukku inn á gólvið til móttøkuna seinasta fríggjadag.