Eftir at Leivur Harryson herfyri segði seg frá sum landsgrannskoðari, tilnevndi formansskapurin í løgtinginum Beintu Dam, sum nýggjan landsgrannskoðara.
Beinta Dam er 47 ára gomul og úr Runavík. Hon er Cand Merc Aud, ella kanditatur í grannskoðan, sum tað oftast verður kallað nú á døgum. Hon hevur arbeitt hjá landsgrannskoðaranum seinastu 11 árini.