Móttøka
Í góðveðrinum fríggjakvøldið kom nóta-og trolskipið, Krúnborg, sum hevur fingið nýggjar eigarar, á Fuglafjørð.
Skipið hevur heimstað í Fuglafirði og hevur fingið navnið, Fagraberg.
Tað var Fuglafjarðar kommuna, sum skipaði fyri móttøkuni, har Fuglafjarðar Hornorkur spældi og borgarstjórin, Sigurd Simonsen, helt røðu.
Góðgæti og leskandi
Nakað av fólki var á bryggjuni, og tá ið borgarstjórin hevði hildið sína røðu, bjóðaði Anfinn Olsen, reiðari, øllum umborð at síggja skipið.
Umborð fingu ung sum tilkomin góðgæti og okkurt at leska sær við.
Út á náttina loysti Fagraberg og fór nýggjan túr við nýggjum eigarum.