Móttøka í býráðshúsinum

Almenn móttøka var í hølunum hjá Eysturkommunu við Gøtugjógv fríggjadagin 3. apríl.

Eysturkommuna er ein samanlegging av kommununum í Gøtu og Leirvík. Borgarstjóri er leirvíkingurin Jóhan Christiansen. Varaborgarstjóri er Frígerð Heinesen, fyrrverandi borgarstjóri í Leirvík. 


Undir móttøkuni høvdu fólk høvi at hyggja seg um í húsinum og fáa eitt prát við politikarar og starvsfólk hjá kommununi. 


Borgarstjórin flutti fram røðu og Dánjal Vang, varaborgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, bar eina heilsan fram vegna Fuglafjarðar kommunu.

Muntra í Fuglafirði tók sær av matinum, og blómuhandilin Orkis á Glyvrum lat prýði í sambandi við móttøkuna. Eisini varð nýggja búmerki hjá Eysturkommunu avdúkað undir móttøkuni.