Mítt Egyptaland

Í seinastu viku var eg í Egyptalandi. Eg var í Hurghada og hini, sum tit sóu í sjónvarpinum, vóru í Kairo. Sjey tímar og 500 kilometrar á muni. Men sjálvandi merktu vit ferðafólk eisini, hvat tað vil siga at vera í einum landi, sum er mitt í eini kollvelting

»Egypt closes internet down«. Hesin setningur bleiktraði fram við á einum skermi, tá eg vísti passið fyri seinastu ferð á flogvøllinum. Eg hugsaði ikki meiri um tað, sløkkja internetið, nei, tað trúði eg ikki uppá.
Fimm tímar seinni lendu vit á flogvøllinum í Hurghada. Heitt, trongt og spennandi at koma til eitt nýtt land – í Afrika!
Vit vistu, at tað var nakað av mót­mælum í Kairo, áðrenn vit fóru avstað, men ferðaskrivstovan vissaði okkum um, at tað ikki var nakað, sum fór at ávirka okkara feriu.
Móð komu vit á hotellið. Har vóru nógv fólki úr ymiskum londum – russ­arar, týskarar, bretar og norður­lend­ingar.

Internetið sløkt
Sjónvarp var bara á arabiskum. CNN var at síggja, men sløkt var fyri ljóð­inum. Dagin eftir fór eg í móttøkuna á hotellinum at kanna, hvussu veðrið fór at verða komandi dagarnar. Har fekk eg boðini, at internetið var sløkt um alt Egyptaland.
Sløkt? Nær verður tað tendrað aftur, spurdi eg bilsin.
Vit vita ikki, kanska í kvøld, kanska í morgin, kanska ongantíð, søgdu menn­inir innan fyri diskin.
So tey á ferðaskrivstovuni vistu also ikki, hvat tey tosaðu um. Tað ávirkaði okkum, einki internet at hava.
Tað, vit ikki hugsaðu um var, at uttan internet ber ikki til at hava bankar og sjálvtøkur opnar. Peningurin, sum var í sjálvtøkunum, bleiv skjótt uppi, og vit, sum ikki vóru nóg skjót, høvdu ongan reiðan pening – og fimm dagar vóru eftir av feriuni…

Familjan bangin
Triðja dagin vórðu vit vakt av tele­fon­unum. SMS frá vinum og kenningum, ið vóru bangin um okkum. Tey høvdu nevniliga sæð sjónvarpsmyndir av Tahrir-torginum, har 250.000 fólk savn­aðust at mótmæla.
Danska, svenska og norska uttan­ríkis­ráðið fráráddu fólki at ferðast í Egyptalandi, og Finnland tók allar sínar borgarar heim.
Sigi eg, at hetta ikki ávirkaði okkum, lúgvi eg. Sjálvsagt vóru vit órógvað av, at øll heima vóru bangin, og at vit ikki vistu, hvat hendi í landinum.
Ferðaleiðararnir royndu at greiða frá, at hetta fór at ávirka okkum, men sam­stundis komu SMS-boð heimanífrá, har boðini vóru, at tjóvar herjaðu í granna­býnum.
1. februar savnaðust allir finnar á hotell­inum. Bussar koyrdu tey á flog­vøllin, har serlig flogfør vóru leigað at flúgva tey heim skjótast gjørligt.
Hjá okkum var ikki nógv annað at gera, enn at royna at fylgja við sum fræg­ast og njóta feriuna, sum frægt sum tað bar til.

Handlarnir stongdu
Um kvøldið eydnaðist mær at finna ein handil, sum tók ímóti korti. Handils­maðurin greiddi frá, at eg var hansara sein­asta viðskiftafólk, tí nú stongdi hann handilin.
Her er onki fólk eftir at selja til. Nú stongi eg og fari heim til familjuna. Vónandi kann eg lata upp aftur um ein til tveir mánaðir, segði hann.
Fleiri aðrir gjørdu tað sama, og dagin fyri vit fóru heim, læt ein av stóru mat­stovunum á hotellinum aftur.
Sum tíðin leið gjørdist greitt, at stórur partur av starvsfólkinum á hotellinum var sendur til hús. Tað gjørdist tómligari fyri hvønn dag, ið gekk, og tey 51 prosentini, sum ferðavinnan stend­ur fyri í egyptiska búskapinum, mundu minkað í stórum hesar dagar.
Men ikki allar tjóðir vóru líka fjáltur­stungnar sum tann finska. Russ­arar komu til hotellið sama dag sum tað leikaði harðast á í Kairo, og ein bretskur ferðaleiðari, ið eg tosaði við, segði soleiðis:
Tað er ongin orsøk til panikk. Her er róligt, og vit verða verandi.

Síðstu skandinavar
Tá vit lendu aftur heima eftir eina viku burtur, vóru vit síðstu norðurlendingar hjá stóru ferðafeløgunum at koma heim úr Egyptalandi.
Eitt tað fyrsta, vit gjørdu, var at ringja til familju og vinir og siga at vit høvdu tað gott, og síðani kundu vit fara á internetið at lesa, hvat veruliga var farið fram, meðan vit vóru í okkara »bobblu«…
Skelkandi tíðindi um særdar og dripnar journalistar. Milliónir av fólki í mótmælisgongum og ein eina­ræðis­harri, ið noktar at fara frá.
Sama ferðaskrivstova, sum eina viku áðrenn hevði vissað okkum um, at onki var at vera bangin fyri, avlýsti allar ferðir til Egyptalands.
Vit eru trygt heima. Men fyri handils­mannin, mennirnar í móttøkuni og øll hini vóni eg, at mótmælini ikki verða til fánýtis, og at vit næstu ferð kunnu fara aftur til eitt betri Egyptaland.