Føroysku spælararnir á kvinnulandsliðnum í hondbólti fyrireika seg nú til stóru avbjóðingina, sum tað verður at spæla ímóti Sveis tíðliga seinnapartin í morgin. Hetta verður síðsti dysturin í hesi HM undankappingini.
Í kvøld vann Sveis stórsigur ímóti Finnlandi, sum í gjár vann 22 – 19 ímóti Føroyum. Úrslitið í kvøld var 22 – 10. Hálvleiksstøðan var 10 – 7. Tølini siga, at tað serliga var í seinna hálvleiki, at sveisiska liðið, sum eigur heimavøll í hesi undankappingini, smurdi finnlendingar av. Tá skoraði Sveis tólv mál, meðan Finnland bara skoraði trý mál.
Klokkan 14 í morgin hittast Sveis og Føroyar í GoEasy Arena. Tá stendur sigurin í bólkinum upp á spæl og harvið rætturin at halda fram í hesi undankappingini. Sveis vinnur rættin at halda fram, um tað endar javnt, ella um Sveis vinnur. Tað er ikki eydnast Sveis at vinna seg úr fyrsta bólkaspælinum síðani í 2004.
Føroyar vinna seg víðari, um tað eydnast at vinna.
-Vit hugsa ikki so nógv um úrslitið. Vit hava slappað av og rindað møðina síðani søta 25 - 21 sigurin ímóti Litava seinnapartin. Í dag vunnu vit, tí verjan og málverjin stóðu seg so væl, og tí mistøkini vóru so fá. Tey skulu ikki vera fleiri enn tíggju, og í dag gjørdu okkara spælarar bara sjey mistøk. Tað bar við sær, at álopsspælið eisini riggaði væl, sigur venjarin hjá føroyska liðnum, og hann heldur fram:
-Vit hugsa ikki um úrslitið ímóti Sveis, men bara um avrikið. Um vit skulu hava nakran møguleika ímóti Sveis, so er tað neyðugt, at avrikið verður eins gott og í dag og helst betri, sigur Ágúst Jóhansson.










