Mótstøðan veksur

Hýrurin er ikki góður í Hvítu Húsunum í Washington, eftir at George W. Bush, forseti, hevur fingið eina frágreiðing frá fregnartænastuni CIA um viðurskiftini í Irak.

Í frágreiðingini skrivar CIA, at irakska fólkið er um at missa tolið við amerikanska hersetingarvaldinum, og at alt fleiri irakar velja at fara í part við teimum, sum berjast ímóti amerikanarunum. CIA vísir á tann veksandi ágangin ímóti amerikanarunum og øðrum í Bagdad og øðrum býum, og at alt bendir á, at hetta fer at halda fram. Hetta er tað sama, sum Paul Bremer, umsitingarleiðari, hevur sagt.

Sambært sjónvarpinum CNN er niðurstøðan hjá CIA, at Irak kann gerast ein marra hjá USA, og tað skal hava fingið stjórnina í Washington at umhugsa, hvussu landið kann taka seg aftur úr Irak, uttan at tað skal líkjast einari beinleiðis afturtøku og tapi, sigur CNN.