KAPPRÓÐUR
Tað gekk væl hjá bæði føroysku dreingjunum og føroysku gentunum í rógvikappingini í Brabrand um vikuskiftið. Kvinnur vunnu tann fyrsta róðurin í fýra mans innriggarunum, og so var tíðin komin til dreingirnar at royna seg.
Sjálvt um tað ikki gekk eins væl hjá dreingjunum, sum tað gekk hjá gentunum, so var teirra innsatsur tó væl og virðiliga góðkendur. Teir megnaðu í fyrsta umfari at rógva seg víðari til finaluumfarið, men her blivið teir ov stuttir.
Av teimum seks bátunum í finaluni endaði knørradreingirnir nummar fimm, men tað er tó einki merkiligt í, at teir ikki megnaðu at vinna. Mótstøðan hjá teimum var nevniliga rættiliga hørð.
Av tí at kappingin hjá útriggarunum bleiv avlýst, so var tað stórur partur av eliturógvarunum í Danmark, sum valdu at royna seg í innriggarum í staðin, og tá var ikki lætt.
Olympiskur meistari vísti vegin
Og sum sagt, so var tað ikki ein og hvør innan rógving, sum var í vinnandi bátunum hjá dreingjunum leygardagin. Stýrimaðurin var eingin minni enn Katrin Olsen, sum hevur fingið sera nógv góð úrslit kring heimin, meðan menninir handan árarnar bæði hava vunnið olympisk gullheiðursmerki og heimsmeistaraheitið í fleiri umførum.
Ein av monnunum á vinnandi bátinum var Eskild Ebbesen, sum tvær ferðir hevur verið við til at vinna olympiskt gull á danska bátinum, sum vanliga verður róptur “gullfýrarin.”
Ein annar olympiskur gullvinnari var eisini at finna umborð. Her var talan um Thomas Ebert, sum eisini hevur roynt at vunnið olympiskt gull saman við Eskild Ebbesen umborð á “gullfýraranum.”
Og hinir báðir menninir umborð á vinnandi bátinum vóru heldur ikki hvørjir sum helst. Her var talan nevniliga um Rasmus Kvist og Mads Rasmussen, sum fyri bert tveimum vikum síðani endurvunnu heimsmeistaraheitið í tvey mans útriggarum.
So sjálvt um føroysku dreingirnir ikki vunnu sín róður í Danmark, so vóru teir sera væl nøgdir. Teir hildu tað vera serliga stuttligt at rógva ímóti so sterkum rógvarum sum teimum, teir møttu í finaluni.










