Løgmálaráðið gevur Sands kommunu saman við Leirvíkar og Húsa kommunum boð um, at tær høvdu ikki loyvi at lata nakrar krónur til Skálavíkar kommunu, tá ið hendan var rakt av náttúruskaða, men samstundis boðar løgmálaráðið frá, at kommunurnar eru vælkomnar at lata pening til eystureuropa, Afrika og Asia.
Áleggur løgmálaráðið so kommununum at fylgja við, at peningurin kemur teimum í tí fjara til góða, ið hann er ætlaður, so at hann ikki endar í hondunum á myndugleikunum í hesum londum, sum í nógvum førum eru stýrd av korruptión?
Ein slík lóg má í oyrunum á mongum ljóða sum idioti. Hon er líka býttislig, sum tann býttlingurin, ið hevur klagað til løgmálaráðið um hasar fáu krónurnar, ið tríggjar kommunur í Føroyum av vælvild hava latið Skálavík, og síðani hevur fingið tað við í tíðindasendingina í kringvarpinum.
Øvund og hatur geva ongum mørkum gætur.
Ein undrast yvir, at kringvarpið ikki setti løgmálaráðnum spurningin um, hví teir hava gjørt eina lóg, ið er so mótsigandi. Áhugavert hevði verið at hoyrt ráðið komið við skilagóðari grundgeving. Kringvarpið kundi eisini spurt viðkomandi, ið hevur klagað, hví hann hevur gjørt sær tann stóra ómak at fara heilt upp í løgmálaráðið við einari so óbetýðiligari søk.