Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi viðgongur, at hon hevur fingið nakrar keðiligiar hóttanir í postinum og á Facebook.
- Tað hendir javnan, men ikki ofta, sigur Bjørt Samuelsen.
Tað er oftast á Facebook, at Bjørt Samuelsen hómar, at kjakið kann gerast grovt. Har kunnu fólk úttalað seg bert fyri at verða ósaklig og ikki halda seg til ávís evnir.
- Summi setast aftur, men ikki eg. Mann má tola, at tað ikki bara eru klapp og rósur, sigur Bjørt Samuelsen.
Bjørt Samuelsen sigur, at tað er umráðandi at halda seg framat. Serliga um mann er politikkari og situr við ábyrgd.
Les samrøður við føroyskar politikkarar um kjakmentan í Vikuskiftissosialinum.