Løgreglan var væl mannað, tá umleið 600 fólk gingu mótmælisgongu uttan fyri Hvítu Húsini fyrradagin ímóti Irak-krígnum. Talsmaðurin hjá Bush, forseta hevði boðað frá frammanundan, at stjórnin letur seg ikki ávirka av mótmælunum, men mótmælisfólkini gjørdu í hvussu er sítt til at ávirka forsetan og stjórnina.
-Allur heimurin fylgir við, róptu tey, og nakrar kvinnur bóru eitt stórt skelti við orðunum "Kríggj er ósømiligt".
Løgreglan gjørdi av at spjaða mótmælisgonguna, og tá fólk ikki vildu fara við góðum, vórðu umleið 370 teirra tikin. Teirra millum var Cindy Sheehan. Hon gjørdist kend um allan heimin í summar, tá hon setti seg uttan fyri bústaðin hjá forsetanum í Texas og kravdi at sleppa at tosa við Bush. Cindy Sheehan misti sonin í Irak í fjør.
Leygardagin gingu umleið 100.000 mótmælisgongu í Washington við kravi um, at USA og Bretland skulu taka sínar hermenn úr Irak. Men USA fer ikki at gera eftir kravinum, segði Scott McClellan, talsmaður hjá Bush mánadagin.