Mótmæltu sparingum á Tjarnargarði

Fyrrapartin fekk leiðslan á røktarheiminumTjarnargarði í Havn handað eitt mótmælisskriv frá avvarandi hjá búfólkunum. Í skrivinum mótmæla tey sparingarnar, sum fara fram á stovinum.

Tey avvarandi hava ta áskoðan, at sparingarnar hava við sær, at røktin á Tjarnargarði í ávísan mun ikki longur verður nøktandi, og at hon ikki longur verður forsvarlig.

Tóra Tórgarð handaði mótmælisskrivið vegna tey avvarandi hjá búfólkunum á Tjarnargarði.

Leiðarin á Tjarnargarði, Hensia Einarsson, sigur seg skilja, at tey avvarandi mótmæla sparingunum, sum fara fram, men hon heldur ikki, at sparingarnar fara at ávirka trygdina hjá búfólkunum á stovninum.