Mótmæltu ETA

Nógvir spaniumenn eru í øðini um, at stjórnin hevur gjørt av at tingast við baskiska loysingarfelagsskapin ETA. Um vikuskiftið gingu umleið 200.000 fólk mótmælisgongu í Madrid ímóti tingingunum. Millum mótmælisfólkið vóru fleiri av leiðarunum í konservativa andstøðuflokkinum PP, sum kravdu, at Jose Luiz Rodriguez Zapatero, forsætisráðharri, skal leggja frá sær, tí hann hevur gjørt av at tingast við baskiska felagsskapin.