Mótmælisgongur í Ísrael

Fleiri túsund fólk gingu í gjárkvøldið mótmælisgongu í Tel Aviv og øðrum ísraelskum býum, har tey mótmæltu versnandi livikorum og stættarmuni.

Tey, sum skipaðu fyri mótmælisgongunum, siga, at mótmælini í gjárkvøldið vóru framhald av mótmælistiltøkunum, sum vóru seinasta summar, tá túsundtals ísraelsmenn vístu sína misnøgd við, at matur og aðrar neyðsynjarvørur vóru vorðnar ov dýrar. Mótmælini vóru so ógvuslig, at Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, noyddist at kalla tingið saman til at umrøða, hvat skuldi gerast.

Mótmælini komu í hæddina í september, tá umleið 250.000 fólk gingu mótmælisgongu í Tel Aviv.