Mótmælisfólk tikin á náttartíð

Fleiri hundrað alvápnaðir sýriskir stjórnarhermenn tóku seg í nátt inn í Damaskus-forstaðin Saqba, har teir fóru inn í nógv hús og handtóku fólk. Óváttað tíðindi siga, at herurin sleit elveitingina, áðrenn hermenninir lupu á.

Hermenninir søgdu ikki, hvørjir teir vóru, men fólk halda, at teir vóru úr einari herdeild, sum Maher al-Assad stendur á odda fyri. Ovastin er beiggi forsetan, Bashar al-Assad.

Seinasta fríggjadag gingu fleiri túsund fólk mótmælisgongu í Saqba, har tey mótmæltu forsetanum og kravdu hann frá.

Eygleiðarar siga, at stýrið í Damaskus fyrireikar seg til at brúka enn meiri hermegi ímóti mótmælisfólknum. Í býnum Rastan eru stríðsvognar á fleiri týðandi støðum, og í býnum Banias hevur herurin skipað fleiri eftirlitsstøðir í tí sunnimuslimska býarpartinum.

Mannarættindafelagsskapir siga, at herurin og løgreglan hava beint fyri í minsta lagi 560 mótmælisfólkum, síðani uppreisturin byrjaði tann 18. mars.