Mótmælisfólk lupu á løgreglustøðina í Reykjavík

Íslendska løgreglan noyddist at brúka piparspray fyri at reka mótmælisfólkið aftur Løgreglan í Reykjavík sigur fyri fjølmiðlunum, at fleiri mótmælisfólk fingu skaða, tá tey lupu á løgreglustøðina í býnum í dag.

Orsøkin til samanbrestin var sambært fjølmiðlunum, at tey mótmælandi vildu hava løgregluna at lata ein mótmælismann leysan úr varðhaldinum. Tað vildi løgreglan ikki, og so byrjaði álopið. Endin varð, at tann tikni mótmælismaðurin var latin leysur ímóti veðhaldi, og so bleiv friðarligt aftur.

Íslendsku fjølmiðlarnir siga, at fleiri rútar á løgreglustøðini eru brotnir.

Ta seinastu tíðina hava mótmælistiltøk verið í Reykjavík, har fólk hava víst sína misnøgd við fíggjarkreppuna í landinum.