Amerikanskir kongreslimir halda, at OPEC stendur aftanfyri nógv øktu oljuprísirnar, og nú fara teir at saksøkja felagsskapinum Stórir partar av heiminum eru í øðini um nógv øktu prísirnar á olju. Mótmælir hava verið í Onglandi, Fraklandi og Spaniu, og hetta er bara byrjanin, halda eygleiðarar.
OPEC stendur fyri meira enn 40% av oljuframleiðsluni í heiminum, og á seinastu trimum fundunum hava tey 13 londini í felagsskapinum samtykt at avmarka sína framleiðslu.
Londini í OPEC eru Qatar, Saudi Arabia, Sameindu Arbisku Emiratini, Venezuela, Nigeria, Indonesia, Iran, Irak, Kuwait, Algir, Angola, Ekvador og Libya.
Fiskimenn og bøndur úr ymiskum londum hava gingið á odda í mótmælunum móti høgu oljuprísunum, og herfyri tóku eisini aðrir bólkar táttin upp.
Øktu oljuprísirnir kunnu økja um rentustøðið fyri at byrgja uppfyri inflatión, og prísirnir hava eisini ávirkað virðið á dollaranum mótvegis evruni.
Høgu oljuprísirnir hava eisini við sær, at lond, sum hava avgjald á olju, fáa miljónir í kassan. Eitt av hesum er Noreg, sum hvønn tíma tjenar miljónir av høga prísinum. Hetta hevur fingið sinnið í kók hjá norðmonnum, sum hava lagt eftir fíggjarmálaráðharranum, Kristin Halvorsen.
Í USA verður OPEC lagt undir at avtala prísir, og nú ætla kongreslimir at stevna felagsskapinum fyri kartellvirksemi.