Ein lítil helvt av samlaða fólkatalinum í Føroyum býr í Tórshavn, sum eisini hevur flest tilboð í landinum at bjóða teimum sálarsjúku. Tað eru nógv fleiri tilboð til fólk við sálarsjúku í Tórshavn enn á bygd og sostatt størri møguleiki hjá hesum bólki at fella inn í samfelagið. Stórur fári er fyri at hesin sárbæri bólkur verður stigmatiseraður í smærri plássum og líkindin at fella inn í samfelagið er meira avmarkaður í smærri plássum enn í høvuðsstaðarøkinum.
Sálarsjúk og menningartarnað mugu ikki tengjast saman í ein felagsdepil. Fólk, ið eru sálarsjúk, og fólk við menningartarni koma undir tveir fullkomiliga ymiskar bólkar:
• »Sinnisbati« umbóðar fólk við »sálarsjúku« (t.d. depression, skizofreni, psykosum, ADHD, angist, fólk við etingarólag v.m.) og avvarðandi.
• »Javni« umboðar fólk, sum eru »menningartarnað« (fólk við menningartarni) og avvarðandi.
Sálarsjúk fólk eru ikki menningartarnað.
Vit heita við hesum á Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um at broyta avgerðina um at byggja íbúðir til sálarsjúk í Sandavági og sleppa ætlanini at samansjóða menningartarnað og sálarsjúk í einum felagsdepli í Vágoynni. Vit mæla staðiliga til at íbúðirnar verða bygdar í Tórshavn.
Sinnisbati
Soffi Egholm
Formaður
Javni
Sigrun Warum
Formaður