Nógv túsund fólk vóru í kvøld komin saman uttan fyri tjóartingshúsið í portugisiska høvuðsstaðnum, Lissabon, at mótmæla, at tingið í dag samtykti at hækka skattin.
Fólk róptu rakstrarróp eftir teirri borgarligu stjórnini og kravdu, at hon skal leggja frá sær.
Tíðindastovurnar skriva, at skattahækkingarnar eru tær størstu í landinum í nýggjari tíð. Stjórnin sigur, at tað slepst ikki undan hækkingunum fyri at lúka treytirnar, sum ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava sett fyri at hjálpa landinum burtur úr skuldarkreppuni.