Havi ikki havt ætlanir um at leggja meg út í sjálvrannsakan javnaðarfloksins – og haldi satt at siga ikki tað er hugaligt at uppliva gongdina.
Men sum fólkavald á tingi kunnu vit als ikki góðtaka, at leiðandi politikari, ið er politiski formaður javnaðarfloksins, 3. næstformaður á tingi og formaður í Uttanlandsnevnd Løgtingsins, sigur beinleiðis ósannindi fyri opnum skíggja. Verður slíkt ikki rættað ella fær avleiðingar, so verður øll politiska skipanin drigin niður í díkið. Og ongin møguleiki er hjá vanliga veljaranum at taka fólkaræðisliga støðu ella skilja millum rangt og rætt, um politikarar sleppa at lúgva seg burturúr trupulleikum.
Í Degi og Viku førdi politiski formaður javnaðarfloksins fram, at javnaðarflokkurin átti ongan lut í uppskotunum um at hækka pensjónsaldurin og at mótrokna fyritíðarpensjónistar frá fyrst tjentu krónu. Hetta varð sagt at vera “eitt embætismannauppskot”, sum javnaðarflokkurin hevði tikið greiða frástøðu frá, og ongantíð hevði góðtikið ella fór at góðtaka. Ja, hann skuldi enntá havt “sligið nevan í borðið.”
Men hetta eru grov og beinleiðis ósannindi. Uppskotini um at hækka pensjónsaldurin, at mótrokna bæði fyritíðarpensjónistar og fólkapensjónistar frá fyrst tjentu krónu, umframt aðrar sosialar sparingar hjá veikastu bólkunum, eru partar av ólavsøkuupsskotinum, sum formaður javnaðarfloksins og fíggjarmálráðharrin hevur staðið á odda fyri, lagt fram á tíðindafundi og lagt fyri tingið.
Tjóðveldið fekk millum annað hesi uppskot presenterað á fundum í summar, men gjørdu beinanvegin vart við, at vit góðtóku ikki sosialar skeiklingar og vístu á aðrar møguleikar. Vit hoyrdu onki aftur, fyrrenn vit hoyrdu beinleiðis tíðindafund í miðlunum, har ein samd samgonga hevði “telvað seg fram” til hesi uppskot.
Allir leiðarar í samgonguflokkunum – Kaj Leo Johannesen, Jørgin Niclasen og Jóannes Eidesgaard – hava bæði góðtikið, samráðst seg til (í 8 mánaðir), og gjørt hesi heilt ítøkiligu uppskot og hava alment sagt, at øll samgongan stóð aftanfyri tey. Tey, ið ivaðust, vórðu rópt “lúripassarar”. Og øll javnaðarfólk hava atkvøtt fyri uppskotinum um ólavsøkupakka, og at alt skal fremjast í honum – tó við teirri viðmerking, at okkurt kann broytast, ið gevur sama úrslit. Eins og tey hava atkvøtt fyri at minka javning av viðbótini hjá pensjónistum, skerja einkjubarnastudningin, avtøku av heilivágsstuðli, at strika stuðul til dagtilhald og so framvegis.
At viðganga, at hetta vóru skeivar avgerðir og at royna at koma afturum aftur, kundi verið ein erlig søk. Men at turka egnar trupulleikar av sær við ósannindum og enntá at geva embætisfólki skyldina fyri politisku avgerðirnar, kann als ikki góðtakast. Tá er øll ábyrgd, trúvirði og møguleikar fyri politiskum semjum, fokin, og almenningurin verður grovliga villleiddur.
Niðanfyri verður endurgivið beinleiðis úr ólavsøkuuppskotinum, sum javnaðarflokkurin sjálvur hevur borið á ting sum politiskt uppskot vegna alt landsstýrið – har umrøddu viðurskiftini eru hevjað í tekstinum.
Á hesum grundarlagi verður hervið heitt á politiska formann javnaðarfloksins um at rættleiða og umbera fyri ósannindini. Annars má tað fáa avleiðingar í politisku skipanini.
----
Úr ólavsøkupakkanum, síða 20:
“Fíggjarlógin fer at merkja avleiðingarnar av eini nýggjari pensjónsskipan. Broytingarnar stava frá broyttari mótrokning, øktum skattainntøkum, persónligari uppsparing, hægri pensjónsaldri og lægri javning av almennum pensjónum. Allar inntøkur eru fult tiknar við frá 2010, t.v.s. at longu frá 2010 broytist mótrokningarskipanin, allar almennar pensjónir verða skattaðar, allir pensjónistar fáa skattafrádrátt, lægri javning av almennum pensjónum, og í 2012 hækkar pensjónsaldurin við einum hálvum ári.
Tá tað verður tikið sum givið, at útreiðsluøkingin orsakað av hækkandi tali av pensjónistum, verður tikið við á fíggjarlógina, er tað ein sjálvfylgja so at taka við avleiðingarnar av pensjónsskipanini við á fíggjarlógina. Tað ber í sær, at í 2010 verða útreiðslurnar 25 mió. kr. lægri, og í 2014 verða tær 85 mió. kr. lægri. Tað er tó tann givna fyritreyt, at nýggja pensjónsskipanin verður samtykt og fær fullan virknað frá 1. januar 2010.
Ár 2010 2011 2012 2013 2 014
Sparing (mió. kr.) 25 30 65 75 85
Úr Ólavsøkupakkanum, síða 22, 23 og 24
“Rationaliseringar í rakstrinum
Ætlanin er at fremja rationaliseringar í rakstrinum, serstakliga innan lógarbundnu játtanirnar, fyri í minsta lagi 75 mió. kr.
Grein Viðmerking Upphædd
§ 3 Rentustudningur til húsabygging takast av 1.700
§ 3 Posttolling flutt til Postverk Føroya 1.000
§ 3 Trygdargrunnur løntakaranna sjálvur standa fyri útgjaldi 500
§ 3 Umlegging av Búskaparráðnum 400
§ 3 Realurin yvirtaka gjaldførislán 357
§ 5 Lækking av ymiskum stuðlum undir Fiskimálaráðnum 1.300
§ 5 Lækking av rakstrarútreiðslum undir Fiskimálaráðnum 1.800
§ 6 Stuðul til demokratia takast av í tveimum 200
§ 6 Stuðul til brúkarasamtakið takast av 100
§ 6 Gjald til fasta gerðarrættin lækkast 300
§ 6 Túratalið hjá Strandferðsluni lækkast 10 % - halda manningartalið 3.500
§ 6 Ferðaseðlakostnaðurin hjá Strandferðsluni hækkast 5 % 2.800
§ 6 Frítøka fyri havnagjøldum fyri Strandferðsluskipini (L) 2.400
§ 6 FAS, skipaskrásetingin og Skráseting Føroya leggjast saman 300
§ 7 Bygnaðarbroytingar á miðnámsskúlaøkinum 2.403
§ 7 Bygnaðarbroytingar á fólkaskúlaøkinum (L) 5.000
§ 7 Broytt løn hjá eftirløntum lærarum (L) 500
§ 7 Stuðul til lærupláss umlagt til lestrarstuðul (L) 1.000
§ 7 Avtaka játtanina til FSF 900
§ 11 Reformering av sjúkrakassaskipanini (L) 12.000
§ 12 Fyritíðarpensjónistar -mótrokning við 25% frá fyrstu kr. (L) 9.400
§ 12 Bústaðarbroytingar til Húsalánsgrunnin (L) 3.000
§ 12 Pensjónistar skulu ikki longur fáa sjúkradagpengar (L) 1.500
§ 12 Størri mótrokning fyri persónar við aðrari inntøku, sum búgva á
røktarheimum og sambýlum (L) 4.400
§ 12 Vøkstur á vanligari forsorg tálmast (L) 18.400
Løglisti
Tíðaravmarkaður eykaskattur á háinntøkur §3
Rentustuðul §3
MVG-stuðul til sethúsabygging §3
Tollfrítøkan fyri tubbak skorin niður í helvt §3 (kunngerð)
Eftirlønarlóg § 3
Rentutryggingarlóg §3
P/f-skattur upp í 27% fyri fíggjarstovnar §3
Kapitalvinningsskattur fylgja rentustuðlinum §3
Býtið í P/f-skattinum millum land og kommunur §3
Húsalánsgrunnurin § 3
Inntøkutrygd § 5
Víddargjald fyri alivinnuna § 6
Bygnaðarbroytingar á fólkaskúlaøkinum §7
Broytt løn hjá eftirløntum lærarum § 7
Stuðul til lærupláss umlagt til lestrarstuðul § 7
Reformering av sjúkrakassaskipanini § 11
Fyritíðarpensjónistar -mótrokning við 25% frá fyrstu kr. § 12
Bústaðarbroytingar til Húsalánsgrunnin § 12
Pensjónistar skulu ikki longur fáa sjúkradagpengar § 12
Størri mótrokning fyri persónar við aðrari inntøku, sum búgva á røktarheimum og sambýlum (L) §
12
Vøkstur á vanligari forsorg tálmast § 12
Frítøka fyri havnagjøldum fyri Strandferðsluskipini § 15
Umframt hendan løglistan koma so lógaruppskotini í samband við Pensjónsnýskipanina og lógaruppskotini í samband við ætlanina at flyta Inntøkutrygdina til arbeiðsmarknaðin.
Niðurstøða: Øll uppskotini verða greið at leggja fram á ting eftir 20. aug. 2009.
Uppskotini viðvíkjandi Apoteksverkinum, Sjúkrakassaskipanini, Pensjónsnýskipanini og Inntøkutrygdini verða tó løgd fram innan 1. nov. 2009.”