Mótmæli ímóti grind sló bakk

Í fyrradagin heglaðu við mótmælum ímóti grindadrápi niður, men í gjár varð fullkomiliga vent í holuni

 

 

Nú um dagarnar hava fólk, sum eru móti grindadrápi tikið seg saman í eini roynd at trýsta ein konsertfyriskipara í Danmark at avlýsa eina konsert við føroyska orkestrinum, Týr.

 

Men síðani hevur tað víst seg, at mótmælisfólkini forroknaðu seg so dyggiliga.

 

Nakað síðani varð Heri Joensen, sangari og gittarspælari í Týr, avmyndaður, har hann skar grind upp í Hvannasundi.

 

Myndina legði hann á Facebook og tað var eitt høvið, hvalaverndarfólk ikki lótu fara aftur við borðinum.

 

Tey fóru undir eina sanna herferð ímóti Týr, og teimum konserthøllum, har orkestrið skuldi spæla, og tað hevur eisini eydnast teimum eisini at leggja so hart trýst á, at fleiri konsertir eru lýstar av tí sama.

 

Síðani hevur Heri Joensen sjálvur gjørt ein stuttan videofilm, har hann greiðir frá sínum sjónarmiði um grind, og um tað, sum er farið fram.

 

Leygarkvøldið skuldi Tyr spæla í Studenterhuset í Aalborg í Danmark, har tey halda Aalborg Metal Festival í hesum døgum.

 

Og danska Tv2 Nord skrivar, at í hesum sambandi er Studenterhuset undirdýkt í mótmælum ímóti at Týr sleppur at spæla tí at føroyingar drepa grind.

 

Felagsskapurin, Sea Shepherd er ímyndin av herferðini ímóti grundadrápi og tað er eisini hesin felagsskapurin, sum nú er undir illgruna fyri at samskipað herferðina ímóti konsertfyriskiparanum í Aalborg.

 

Fyriskipararnir ásanna, at teir eru tiknir eitt sindur á bóli, tí slíkt hava tey ikki upplivað áður. Men teir siga við Tv2 Nord, at sum fyriskiparar hava tey onga støðu til grindadráp og at tey umhugsaðu ongantíð yvirhøvur at avlýsa konsertina.

 

Tey kalla atburðin hjá mótmælisfólkunum fyri tíðarspilla, men fyri at tryggja seg boðaðu tey kortini løgregluni frá.

 

Men síðani er støðan fullkomiliga broytt, tí síðani tað kom fram, at fólk brúktu hetta høvi til at mótmæla grindadrápi, eru fólk í hópatali eisini farin at senda Konerthuset brøv, har tey stuðla avgerðini um at lata Týr spæla, sum ætlað.

 

Og tað eru fegnast fyriskipararnir stórliga um, siga teir við Tv2 Nord.

 

Tað hevur stóran týdning fyri okkum, tí tey, sum stuðla okkum, eru fólk, sum kenna okkum, leggja teir afturat.

 

Og Týr fer á pallin í kvøld, sum ætlað, klokkan 20.30, danska tíð.