MÓTMÆLI móti áganginum frá Fregnum arbeiðarafjøldin er ikki missleidd

Undirritaðu umboð fyri FA skulu harðliga átala tann ágang, sum málgagn Tjóðveldisfloksins Fregnir, fremur móti føroyskum fakfeløgum í leiðara sínum tann 20. juni 2003.
Tað er lætt hjá tí spilliklúti, sum hevur ført pennin, at niðurgera navngivnan fakfelagsleiðara, meðan leiðaraskribenturin ikki torir seta navn sítt undir leiðaran.
Leiðarin í Fregnum er tó ikki bert eitt álop á fakfelagsleiðarar okkara, men eisini ein niðurgerðing av vanliga føroyska løntakaranum.
Tað er átaluvert, at Fregnir roynir at niðurgera tey úrslit, sum Føroya Arbeiðarafelag hevur vunnið limum sínum, og enn meira átaluvert er tað, at hetta blað kemur við beinleiðis ósannindum um. m.a. eftirlønarviðurskiftini hjá meginfelag okkara og lóggávuni í øðrum londum.
Vit skulu tó gera bæði Tjóðveldisflokkinum og Fregnum greitt, at tað ikki er hesin flokkur ella hetta blað, sum skal ráða fyri hvussu sáttmálasamráðingar okkara skulu fara fram.
Hinvegin so mugu vit staðfesta, at Fregnir beinleiðis mælir til, at Løgtingið tekur frá okkum fakfeløgum rættin til at lýsa verkfall, hóast ein slíkur rættur verður mettur at vera ein sjálvfylgja í øllum demokratiskum samfeløgum.
Við leiðara sínum hevur málgagn Tjóðveldisfloksins avdúkað sína tørvandi vitan um og virðing fyri viðurskiftunum hjá vanliga føroyska løntakaranum. Og tað tænir ikki flokkinum til nakran sóma, at fara soleiðis við føroysku verkamannafjøldini og fakfe-lagsleiðarum teirra.
Stjórnin í Føroya Arbeiðarafelag umboðandi 39 limafeløg kring landið átalar einaferð enn ljótu skriving og ósannindi blaðið kemur við.

Tórshavn, 16. juli 2003

Ingeborg Vitnher
Georg F. Hansen
Marius Clementsen
Karla Einarsson
Margretha Rasmussen
Sunrid Vang
Poul Juul Festurstein