Tað er nú greitt, at Tórshavnar Býráð heldur fast um, at grótið úr Eysturoyartunlinum verður lagt á Sundi, har tað skal gerast til at fylla upp við til eitt vinnuøki.
Tórshavnar Býráð fer at viðgera málið hósdagin og har verður mælt til at halda fast um upprunaligu ætlanin at leggja grótið á Sundi.
Í hesum sambandi er ætlanin at fylla út 450 metrar eystureftir og einar 100 metrar út á sjógv, ella tilsamans 50.000 fermetrar.
Annars gingu kaldbaksfólk við adressu, har fólk mótmæltu at grótið verður lagt á Sundi, tí tey halda, at tað er náttúruoyðing.
Les eisini: Fólkið í Kaldbak fekk tað fyrsta stikkið
Tað fekk Tórshavnar Býráð at hála í hondbremsuna, og at viðgera málið av nýggjum.
Umsitingin í Tórshavnar Býráðið heldur ikki, at talan er um eitt serstakt náttúruøki av tí at tað liggur upp at vinnuøki, har virki longu eru.
Enn er eingin ítøkilig ætlan um, hvat økið skal brúkast til, men býráðið sigur, at fleiri hava víst áhuga í at leggja virksemi sítt í økinum og tí mælir umsitingin í býráðnum til, at býráðið heldur fast við ætlanina at leggja grótið á Sundi.
Verður grótið ikki lagt á Sundi, hevur tunnilsfelagið skotið upp, at tað verður brúkt til at fylla trý gil uppi Hjalla út við.
Men at fylla trý gil upp, heldur Náttúrfriðingarnevndin er eitt ov stórt inntriv í náttúrina.
Tí mæla bæði tekniski stjórin og býararkitekturin hjá býráðnum til at halda fast við ætlanina at leggja grótið á Sundi, og tað tekur Byggi- og býarskipanarnevndin hjá býráðnum undir við.
Sostatt bendir alt á, at hetta verður samtykt á býráðsfundinum.
15. februar 2017: Samtykt at taka undir við tilmælinum og beina málið í býráðið.