Mótmæla ætlanini um at gera tunnil til Suðuroyar

Fyri politikarar hevur tað størri týdning at tað verður arbeitt skjótt, enn tað hevur at gera tað væl

Skúgvoy skal knýtast upp í Suðuroyartunnilin, tað kann tað ikki vera nakar sum helst ivi um.

Tað sigur Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum. Nú ein arbeiðsbólkur hevur kannað, hvussu arbeiðið at gera undirsjóvartunnil til Suðuroy, kann skipast, hevur bólkurin lagt dent á at gera tunnilin so bíligan sum gjørligt.

Tískil hevur bólkurin mælt til at gera tunnil beinleiðis av Skarvanesi til Sandvíkar, uttan at knýta Skúgvoy upp í.

Annars hevur Landsverk mælt til at gera tunnil av Sandi til Skúgvoyar, og haðani til Sandvíkar, men arbeiðsbólkurin sigur, at tað verður fleiri hundrað milliónir dýrari.

 

##med2##

 

Í Útoyggjafelagið bæði átala tey, og undrast á, at tað verður farið so lættliga uttan um Skúgvoynna, tí tey vísa á, at er hon fyrst lopin um, er tann møguleikin farin, tí tað ber ikki til at koma aftur um aftur

Suðuroyartunnilin er ein ovurhonds kostnaðarmikil ætlan, og t í kunnu pengar ikki vera ein grundgeving fyri at kopla Skúgvoy úr ætlanini, siga tey í Útoyggjafelagnum.

– Kostnaðurin fyri ikki at taka Skúgvoy við, verður eisini stórur, tí tá kostar tað bæði møguleikar fyri búseting, og eina framtíð fyri eina heila oyggj.

– Samferðslumálaráðið og landsins myndugleikar eiga at liva upp til síni egnu mál og tað er at binda ALT landið saman, sigur Útoyggjafelagið.

Men Olga Biskopstø sigur, at hetta er so bara ein steinur oman á tær byrðar, landsins myndugleikar leggja á útoyggjarnar.

– Tænastan versnar alsamt og samferðslan er vánalig, staðfestir hon. Og tí skilur hon ikki, at myndguleikarnir so mikið sum hugsa tankan um at kopla Skúgvoy av ætlanini um Suðuroyartunnil.

– Tað verður sama mistak, sum varð gjørt tá ið Hestur varð koplað úr Sandoyartunlinum og Kalsoy varð kopla úr Norðoyatunlinum, sigur Olga Biskopstø.

Men tað vísir seg, at fyri politikarar hevur tað størri týdning at arbeiða skjótt, heldur enn at gera tað væl.

Eitt nú vísir hon á, at ein ítøkilig ætlan var um at knýta Kalsoynna upp í Norðoyatunnilin, men tá var grundgevingin, at tað fór at taka ov langa tíð at fyreika. Men afturfyri høvdu myndigleikarnir sloppið undan áralanga stríðnum um vegin ígjøgnum Leirvík, sum eisini hevur kostað nógvar pengar, so spurningurin er, hvussu nógv er spart, tá ið saman um kemur.