Vit mugu verja perlurnar í føroysku náttúruni – men tað ger vindorkuverkið á Eiði ikki. Tað staðfestir Føroya Fuglafrøðifelag í eini almennari fráboðan í dag.
Svein-Ole Mikalsen, formaður í felagnum, og Jón Aldará, næstformaður í Føroya Fuglafrøðifelag, skilja væl, at vit arbeiða ímóti at fáa grønari orku.
Men teir siga, at vindorkuverkið hjá Sev Millum Tjarnir á Eiði, gongur ímóti grøna endamálinum. Teir ásannar, at ein
umhvørvislýsing gjørd, men tað sær ikki út til, at Umhvørvisstovan hugsar um, at hetta er eitt serstakt og ríkt fuglaøki, har fleiri hóttir búfuglar reiðrast.
Eftir at hava kannað økið, heldur Føroya Fuglafrøðifelag, at avleiðingarnar fyri margfeldni í náttúruni kunnu verða so stórar, at tað rættvísger ikki at vindmyllurnar verða settar upp.
– Arbeiðslagið ber brá av, at Føroyar ikki hava náttúrufyrisiting. Skulu umhvørvismál av álvara verða tikin við, tá ið støða verður tikin við, hvar vindorkuverk verða. Og tann metingin skal gerast langt áðrenn, men í hesum førið var málið komið so langt, at tað illa vendist aftur.
– Hetta verður serliga ein trupuleiki tá ið sami stovnur, Umhvørvisstovan, bæði skal vara av orkumálum og umhvørvismálum, sigur Føroya Fuglafrøðifelag.
– Umhvørvisstovan kemur í andsøgn við seg sjálva, tá ið ein deild hjá teimum skal veita umhvørvisgóðkenning til eitt vindorkuverk, sum ein onnur deild hj´s trimum longu hevur tikið undir við.
Formaðurin og næstformaðurin í Fuglafrøðifelagnum, siga, at eftir teirra tykki verður sera lítið hugsað um nátturuvirði, tá ið byggimál taka seg upp.
Náttúrufyrilit koma nevniliga ikki á borðið fyrr enn avgerðin um bygging longu er tikin, og tískil hava tey onga veruliga ávirkan á avgerðina.
– Flestu føroyingar munnu vera samdir um, at tað er neyðugt at vit gerast meira leys av olju. Men perlur í føroyskari náttúru skulu ikki oyðileggjast fyri at náa hesum málinum, siga Svein-Ole Mikalsen og Jón Aldará.