Í dag fara ung lesandi at ganga mótmælisgongur í Havn. Orsøkin er, at lestrarstuðulin ætlandi skal skerjast. Tey ungu fara í løgtingið at vísa sína misnøgd. - Vit lesandi finna okkum ikki í at verða niðurprioriterað av landsins myndugleikum. Tí heita vit á øll lesandi um at standa saman, nú uppskotið umm fíggjarlógina fyri komandi ár fer til fyrstu viðgerðar í løgtinginum, siga tey, sum skipa fyri mótmælinum í dag.
Løgtingið er farið undir fyrstu viðgerð av fíggjarlógini, og viðgerðin heldur fram í dag. Á middegi fáa løgtingsfólkini so vitjan av teimum ungu lesandi, sum fara at gera vart við sína misnøgd.