KLaksvíkingar góðtaka ikki, at Ternan einsamøll skal røkja siglingina um Leirvíksfjørð meðan Dúgan er til eftirlit. Tí hevur vinnan í Klaksvík saman við býráðnum sent mótmælisskriv til Reidar Nónfjall um at finna eina betri loysn á sambandinum hesa tíðina.
Bólkurin vísir á, at seinastu árini er samlaða framleiðslan í Norðoyggjum ovurhonds nógv vaksin. Hetta hevur sett krøv til samferðsluna við meginøkið, hagar privata ferðslan sambært bólkinum eisini er økt í stórum.
Avleiðingin av hesum var sambært Leirvíksfjarðarbólkinum, at Dúgvan, sum var ein roynd at økja um kapasitetin, skjótt gjørdist ov lítil. Í hesum sambandi vísir bólkurin á, at fleiri trupulleikar hava prógvað hetta.
? Tað tykist okkum hugstoytt, at vit - longu áðrenn vit koma í kapping á altjóða marknaðinum - alt ov ofta renna okkum í trupulleikar við SL her heima, sigur Leirvíksfjarðarbólkurin.
Bólkurin sigur, at Ternan beinan vegin má byrja at sigla eftir aðrari ferðaæltan við mundani øktum túratali, skal alt ikki enda í einum stórum ruðuleika. Og túratalið, bólkurin mælir til, er tað tvífalaða av verandi túratali.
Tó sær bólkurin ein annan møguleika, og er hesin, at Ternan I - gamla Ternan - verður sett at sigla um fjørðin við teimum smærru akførunum.