25 lond fyrireika seg nú til at senda íslendsku stjórnini eitt formligt mótmæli ímóti, at íslendingar aftur eru farnir undir vinnuliga stórhvalaveiði. Frakland er eitt av londunum, sum fer at mótmæla, og talsmaðurein hjá uttanríkisráðnum í París, Jean-Baptiste Mattei, segði í gjár, at londini fara at biðja íslendsku stjórnina endurskoða sína avgerð. Fleiri lond hava mótmælt íslendsku avgerðini, men Noreg, Japan og onnur lond stuðla henni.