Vit mótmæla harðliga, at kommunurnar ikki verða tiknar við upp á ráð, tá samgongan ætlar at seta lógir í verk, sum førir útreiðslur við sær fyri kommunurnar.
Tað sigur Kommunufelagið í viðmerking til ætlanina hjá samgonguni at geva lærlingum eina skattalætta upp á 50.000 krónur um árið.
https://www.in.fo/news-detail/news/faa-nu-ein-raettiliga-fittan-skattalaetta/?no_cache=1Les meiri her: Fáa nú ein rættiliga fittan skattalætta
Hetta fer at kosta kommununum yvir 10 milliónir krónur í mistum skattainntøkum.
Og felagið mótmælir harðliga, at ætlanir sum hesar, ikki vera tiknar upp í samráð við kommunurnar.
– Landsstýrið hevur sjálvsagt fullan rætt til at gera sínar egnu fíggjarligar raðfestingar, og Kommunufelagið hevur onga meining um tað er rætt at geva lærlingum burtur av ein skattalætta, fram um aðrar samfelagsbólkar.
– Men Kommunufelagið mótmælir staðiliga, at lógaruppskot, sum hava fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar, ikki verða gjørd í samráð við kommunurnar, sigur Kommunufelagið.
Felagið sigur, at vil samgongan eggja ungum til at fara í læru, og vil samgongan stimbra hugin hjá lærlingum at arbeiða, kann takk tað gerast við at rinda Landskassin rindar lærlingum eitt ískoyti
Soleiðis kundi samgongan fíggja hetta úr sínum egna kassa, heldur at at fara í kommunukassarnar eftir pengum, heldur Kommunufelagið.
Tað hevur verið ein afturvendandi atfinning hjá Kommunufelagnum, at samgongur samtykkja skattalættar, sum kommunurnar skulu rinda ein part av - uttan yvirhøvur at viðgera tað saman við kommununu.
– Hetta nýggja landsstýrið tykist at taka við, har tað undanfarna slepti. Tí tað verður støðugt máað burtur av inntøkugrundarlagnum hjá kommununum.
– Minkar inntøkugrundarlagið hjá kommununum, hava tær tvinnar kostir í at velja. Og tað er antin at seta sparingar í verk, ella at hækka skattaprosentið.
– Ætlar samgongan at broyta fíggjarligu fortreytirnar hjá kommununum, er tað umráðandi, at hetta verður gjørt í í góðari tíð – og í samráð við kommunurnar, sigur Kommunufelagið.
Felagið vísir á, at í hesum døgum eru kommunurnar í holt við at leggja seinastu hond á fíggjarætlanirnar fyri næsta ár. Og í hesum sambandi hava tær ikki lagt upp fyri, at tær skuldu fáa útreiðslur av at lærlingar skuldu fáa ein skattalætta, og tað er heldur ikki lagt upp fyri øðrum, sum samgongan kanska hevur í hyggju á seta í verk.
Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur væl ímóti ætlanini. Les meiri um tað HER
Kommunufelagið vísir eisini á, at tað hevur heitt á løgmann um at fáa fund í lag sum skjótast ímillum løgmann og Kommunufelagið - men tey siga, at tey bíða enn eftir fundarboðum frá løgmanni.