Í Spania skipaðu fakfeløgini fyri fleiri tiltøkum í gjár at mótmæla sparitiltøkunum hjá stjórnini. Feløgini eru millum annað í øðini um eitt uppskot hjá stjórnini at hækka pensjónsaldurin úr 65 í 67 ár, og tey hava hótt við at fara í aðalverkfall, verður uppskotið samtykt.
Uppskoti hjá stjórnini at hækka pensjónsaldurin er partur av einari spariætlan, sum skal sissa fíggjarmarknaðirnar, sum stúra fyri teirri búskaparligu gongdini í Spania. Men fakfeløgini ávara stjórnina.
-Tekur stjórnin ikki uppskotið aftur, verður aðalverkfall í januar, sigur Ignacio Fernandez Toxo, sum er formaður í tí størsta fakfelagnum CCOO, sum er tað størsta í Spania.
Spania er tann fjórðstørsta búskapareindin í evruøkinum, og nógvir eygleiðarar vænta, at landið noyðist at biðja ES um hjálp.