Mótmæla framferðini

Síðani mentunarnevndin fyri knøppum mánaði síðani legði fram tilmæli um ikki at gera rennibreyt á Tórsvølli, hava fleiri áhugabólkar innan frælsu ítróttina gjørt vart við misnøgd sína hesum viðvíkjandi

Fyri stuttum kom av nýggjum rørsla í málinum um, hvørt rennibreyt eigur at verða gjørd kring Tórsvøll ella ikki.

Orsøkin til hetta var tilmælið, sum mentunarnevndin í Tórshavnar legði fram, og sum síðani varð samtykt av einum breiður býráðsmeiriluta.


Ónøgd um mannagongdina

Mentunarnevndin mælti tá til, at eingin rennibreyt verður gjørd kring Tórsvøll, men at býráðið ístaðin eigur at leita eftir øðrum hóskandi stað at leggja rennibreytina.

Eftir at Sosialurin seinast í mars mánaði greiddi frá innihaldinum í tilmælinum frá mentunarnevndini, vóru fleiri áhugabólkar, sum yvir fyri býráðnum gjørdu vart við sína ónøgd hesum viðvíkjandi.

Í skrivum til býráðslimirnar varð heitt á hesar um at bera so í bandi, at tilmælið ikki varð samtykt, tí hetta eftir teirra tykki vildi viðført óbótaligan skaða fyri frælsa ítróttin.

Í einum av hesum skrivum varð ført fram, at umsitingin í býráðnum og nevndin í Bragdinum saman við deildarsambandinum fyri frælsan ítrótt á fundi í oktober mánaði 1999 vóru á fundi um hetta málið.

Sambært skrivinum, ið okkum kunnugt er latið øllum býráðslimum, var tá semja um at Býráðið skuldi gera eina meting av, hvat kostnaðurin av einari rennibreyt kring Tórsvøll var, sammett við kostnaðinum av eini rennibreyt í Hoydølum, sum hevur verið nevnt sum eitt alternativ.

Sambært skrivinum, sum varð sent býráðslimunum hin 4. apríl í ár, gav býráðið tá tað lyfti, at umboðini hjá frælsa ítróttinum skuldu kunnast um úrslitið av hesi kanning, áðrenn nakað meira hendi málinum. Kortini hevur Býráðið eftir hetta samtykt, at rennibreyt ikki skal vera á Tórsvølli, uttan at omanfyrinevnda kostnaðarmeting nakrantíð er gjørd.


Ikki her og nú

Umframt at umboð fyri frælsu ítróttina hava gjørt vart við sína ónøgd yvir fyri býráðslimunum, gera tey í skrivinum vart við, at tey eru fullgreið um, at talan verður ikki um nakra rennibreyt her og nú. Hinvegin eru tey bangin um, at verður ætlanin viðvíkjandi rennibreyt um Tórsvøll slept, verður rennibreyt ongantíð gjørd í høvuðsstaðnum.

Umframt at umboð fyri frælsa ítróttin hava gjørt vart við sína ónøgd yvir fyri framferini hjá býráðnum í hesum máli, so hava eisini umboð fyri ítróttafeløgini í høvuðsstaðnum, fótbóltsfeløgini undantikin, skúlastjórar og umboð fyri Føroya Læraraskúla víst á, hvønn týdning ein rennibreyt hevur fyri ítróttaíðkarar í høvuðsstaðnum.


Álitið stuðlar frælsu ítróttini

Í hesum sambandi er áhugavert at nevna, at álitið um mentan og list í Tórshavnar Kommunu, sum í gjár varð latið býráðslimunum, stuðlar upp undir sjónarmiðini hjá frælsu ítróttini.

Tikið verður ikki so harðliga til í álitinum, men hinvegin verður gjørt vart við, at »frælsi ítrótturin ikki fær sín rætta týdning, verður ikki veittur honum umstøður millum hinar stóru ítróttirnar, og verandi stadionøki ber ikki sítt navn av røttum, so leingi frælsi ítrótturin er útihýstur har.«

Hvønn týdning álitið hevur í framtíðar arbeiðssetningi kommununar kann kanska tykjast heldur ógreitt, men skulu hesi orð takast í álvara, er einki at ivast í, at rennibreytin verður veruleiki í framtíðini.

Okkum eydnaðist ikki at fáa orðið á Leiv Hansen, býráðsformann. Í røðu síni, tá álitið varð handað býráðsfomanninum, segði hann seg vera vísan í, at álitið fer at gera tað lættari hjá politakarunum at taka avgerðir innan mentanarpolitik.