Flyting
Í Norðurstreymoy dámar teimum illa, at tosað verður um at flyta sýslumannin til Havnar. So illa, at bæði Vestmanna Bygdarráð og løgtingsmenninir hava mótmælt alment.
Í meira enn 100 ár hevur sýslumaðurin búð í Vestmanna, og vestmenningar kenna seg líkasum hava hevdsrætt upp á hann. Hann er, og hann skal verða verandi í Vestmanna, meina teir.
Tá tað her fyri frættist, at fútin var farin at hugsa um at flyta sýskumansembætið til Havnar, gjørdi Vestmanna Bygdarráð vart við seg og mótmælti hesum beinanveg.
Tey halda tað ver løgið, nú almenn fyrisiting annars skal leggjast út í ymisk øki, at fútin fer at draga annan veg. Í hesum teldu- og internettíðum má tað bera til at hava eina slíka umsiting í Vestmanna, hóast høvuðsskrivstovan hjá fútanum er í Havn, heldur Vestmanna Bygdarráð.
Bygdarráðið ger í mótmælinum eisini vart við, at tey kunnu als ikki góðtaka, at eingin løgreglumaður kemur at hava starv við Vestmanna sum støði, um flytingin verður, sum fútin ætlar.
Hans Pauli Strøm, tingmaður Javnaðarfloksins í Norðurstreymoy, tekur undir við bygdarráðnum og hevur á Løgtingi spurt, um ríkisumboðið kann greiða Løgtinginum frá, um fútin hevur slíkar ætlanir.
Eisini ein annar Norðstreymoyar tingmaður, Jógva Durhuus úr Tjóðveldisflokkinum, hevur tikið málið til sín. Hann hevur sent Høgna Hoydal, landsstýrismanni við lógarmálum, bræv, har heitt verður á landsstýrismannin um beinanveg at gera fútanum og danska Løgmálaráðnum greitt, at hendan ætlanin eigur at steðgast alt fyri eitt.
Høgni Hoydal hevur sent áheitanina víðari til danska løgmálaráðharran Lenu Espersen.