Mótmæla bygging av 27 íbúðum á Argjaboða

– Í morgin er sera sannlíkt at ein broyting í byggisamtyktini á Argjaboða verður samtykt í býráðnum. Hetta fyri at geva møguleika fyri bygging av einum íðuðarblokki við 27 íbúðum uttast á Argjaboða.

Tað skriva íbúgvar á Argjaboða, sum hava mótmælt ætlanini, men eru ikki blivin hoyrd.

– Eingin hevur vent sær til okkara fyri at fáa greiðu á, hvat liggur aftan fyri  mótmælini, og eingin ætlan er fyri, hvussu ein íbúðarbygging á Argjaboða skal bera til uttan at flyta heilar familjur úr húsum teirra, sigur ein av íbúgvunum, Guðrun Rógvadóttir. 

Hon vísir á, at vegurin út á Argjaboða er partvís ein einvegis vegur. Um vegurin skal breiðkast er avleiðingarnar millum annað, at familjur skulu flytast – hús takast niður, siðbundnu neystini skulu partvís takast niður, elsta pláss á Argjum, har m. a. gamli spedalsk-kirkjugarðurin liggur, skal gerast til veg. Elsta húsið á Argjum – Andrasarstova, sum er frá 1853 – og húsið, sum er fast í Andrasarstovu, má takast niður.

– Alternativt skulu húsini oman fyri vegin takast niður, vísir Guðrun Rógvadóttir á.

Fyrisitingin mælir til, at verkætlanin verður slept. Meirilutin í teknisku nevnd og byggi- og býarnevndini velur at fara ímóti tilmælinum.

– Tað tykist ikki, sum um nakar hevur sett seg inn í málið. Tað undrar okkum at ein ætlan, sum hevur so stóra ávirkan á borgarar, kann fremjast uttan atlit til og uttan dialog við tey, sum í sera stóran mun vera ávirkað av ætlanini, sigur Guðrun Rógvadóttir.