Mótmæla at stuðul verður lagdur um til lán

Vit undirritaðu, heita við hesum á Føroya løgting um ikki at leggja part av ÚSUN um til lán. Antin lesa ella hava vit øll lisið uttanfyri Norðurlond. Broytingin ger ikki, at tað er meira sannlíkt, at fólk sum vit koma heim aftur. Tvørturímóti virkar hon styggjandi, og rekur okkum heldur móti Danmark enn Føroyum.

Soleiðis byrjar eitt umfatandi skriv, ið mótmælir ætlanunum hjá landsstýrinum at leggja partar av stuðlinum um til lán, um so er at lesandi ikki koma aftur til Føroya.

Danmark lokkar og fangar

Har eru fleiri orsøkir til, at tað er eitt vánaligt hugskot, at leggja part av ÚSUN um til lán. Sum er, er føroyska stuðulsskipanin væl verri og væl bíligari enn tann danska. Vit fáa einar 26.000 krónur minni um árið frá ÚSUN at liva fyri, og minni enn helvtina av tí studningi føroyingar fáa frá SU í Danmark, um vit verða foreldur undir teirri skipanini.

Tað eru bara eini 38% av føroysku lesandi, sambært tølum hjá Studna, sum fáa pening frá Studna, harav ÚSUN er ein sera lítil partur. Tað vil siga, at har eru 62% færri fólk í ÚSUN skipanini enn tað annars høvdu verið, um landið tók fulla ábyrgd av at veita borgarum landsins lestrarstuðul. Sostatt er ÚSUN munandi bíligari fyri landið enn danska skipanin er fyri Danmark. Vit fáa minni stuðul úr føroysku skipanini, og har eru nógv færri fólk at gjalda til, enn tað áttu at verið. Einasti parturin, sum higartil hevur verið betri við føroysku skipanini er, at føroyska skipanin hevur ferðaendurgjald, og er betri til at gjalda skúlagjaldið á lestrarstøðum uttanfyri Norðurlond. Við ætlaðu broytingini hvørvur hesin seinni fyrimunurin.

Betra, ikki bróta niður

Vit vilja tí inniliga heita á Føroya løgting, um ikki at fremja hesar illa umhugsaðu broytingarnar. Tær fáa okkum ikki heim. Tær gera hinvegin, at føroyingar í størri mun heldur útbúgva seg í einum pinkalítlum landi við fáum lestrarstøðum – Danmark. Og so missa vit tað fjølbroytni í førleikum, sum føroyska samfelagið seinastu tíðina hevur fingið. Vit missa tað fjølbroytni og sambond, sum annars áttu at verið so avgerandi fyri eina lítla tjóð sum okkara. At lesa er ikki bara ein útbúgving, tað er eisini íblástur, ymisk sjónarhorn og netverk. Fara vit bara til Danmarkar, verða hesi meira avmarkaði.

Ætlaðu broytingarnar senda skeivan boðskap til føroysk lesandi. Serliga tá vit frammanundan vita, at sum er, er tað er so at siga einki, vit sum lesandi kosta landinum. Danmark rindar næstan alt, og tilboðini í Føroyum eru kortini vánaligari. Vilja tit lokka okkum heim, skulu tit heldur betra um tilboðini, betra um umhvørvið og halda samband við okkum meðan vit lesa. Tí koma vit heimaftur til Føroyar at búgva og virka, fáa tit íløguna í okkum fleirfalt aftur, siga 45 lesandi og fyrrverandi lesandi uttan fyri Norðurlond.