Møtirøð við Bill & Sheila Meerstra

NTM.fo, føroyska greinin av New Tribes Mission, fær í komandi viku vitjan av hjúnunum Bill og Sheila Meerstra úr Canada.

Tey virka sum umboðsfólk fyri New Tribes Mission í Canada. Bill og Sheila hava verið á skúla saman við fleiri føroyskum trúboðarum, m.a. Símun í Túni, trúboðara í Venesuela og Ragnar Niclasen, trúboðara á Filipsoyggjunum. Bill hevur eisini undirvíst í mong ár á venjingarskúlanum hjá NTM í Canada.

Tey koma til Føroyar hósdagin 19. januar og steðga her til týsdagin 31. januar.

Meðan tey eru her, luttaka tey á møtum á hesum støðum: Ebenezer í Havn, Hebron á Argjum, Berøa í Saltangará, Lívdini í Hoyvík, Salem á Tvøroyri, Vitninum í Hvalba, Betesda í Klaksvík, Saron á Viðareiði.

Sí annars lýsing aðrastaðni í blaðnum.

Myndatekstur:

Hjúnini Bill og Sheila Meerstra úr Canada vitjað í Føroyum í døgunum 19.-
31. januar