Marit Petersen í Havn, er ein av mongu tilkomnu fólkunum, ið eru komin illa fyri av nýggju ferðslulógini.
Hon var so óheppin, at bilur hennara bar við ein annan bil, tá hon koyrdi út fyri hávatenn.
- Eg sá ikki hin bilin, fyrrenn ov seint var. Skaðin á bilarnar var ikki
stórur, men mín nummarpláta skøvaði síðuna á hinum bilinum. Tað var tað heila, sigur Marit.
Nakað eftir óhappið, fekk Marit bræv frá fútanum um, at hon hevði brotið ferðslulógina.
- Tað var hart at verða stemplað sum brotsfólk fyri eitt óhapp, og tað er ein dyggur sálarligur smeitur eisini, sigur hon.
Seinni kom enn eitt bræv frá fútanum, har Marit varð biðin at møta í rættinum ein ávísan dag.
?Udeblivelse uden oplyst lovlig forfald kan medføre anholdelse?, stóð m.a. í brævinum frá fútanum.
- Eg eri vorðin kriminaliserað og tað kann eg slett ikki taka, tí eg eri ikki nakað brotsfólk, sigur hon.
Sum í eini læknaviðtalu
Tá Marit kom inn í gangin, har rættarhølið er, sótu fleiri, sum eisini høvdu verið fyri óhappi í ferðlsuni og nú skuldu inn fyri dómaran.
- Hesi vóru øll tilkomin og eldri fólk; og eg visti ikki, um eg skuldi gráta ella flenna. Tað var júst sum at koma í eina læknaviðtalu, sigur hon.
Hon setir eitt stórt spurnartekin við, um ferðslulógin rakar tey, ið ætlanin var at revsa. Hon heldur, at landsstýrismaðurin beinanvegin eigur at seta eina eftirmeting av lógini í verk.
Koyriroyndin, sum neyðugt er at fara upp til - hevur tú verið so óheppin sum Marit - er hørð, og mong av teimum eldru klára hana ikki og missa tí koyrikortið.
Treytaði 3 ára dómurin, ið fólk fáa hongdan um høvdið, er eitt sálarligt trýst hjá teim flestu. Serstakliga eldri fólk, ið alt sítt lív hava koyrt hampuliga, líða undir hesum dómi.
Marit Petersen ynskir fegin at koma í samband við fólk, ið hava verið fyri tí sama sum hon, ella fólk, ið vilja stuðla undir, at lógin verður broytt.
Hon arbeiðir sum bókahaldari hjá fyrtøkuni, Teletech í Havn. Teldupostadressa hennara er: marit@teletech.fo