Seinasta vikan í januar mánaði hevur verið føst vika til missiónsvikuna í Havn. Hetta er ein vika við møtum, ið venda sær til øll ættarliðini.
Missiónsvikan, sum verður hildin í Meinigheitshúsinum byrjaði longu sunnudagin kl. 14 við barnamøti og helt síðani fram við møti kl. 18. Síðani hava møtini verið kvøld kl. 8 ? og halda fram hvørt kvøld restina vikuni somu tíð.
Hóskvøldið verður eitt serstakt ungdómskvøld, sum tey ungu í meinigheitini skipa fyri. Her koma vanliga rættiliga nógv ungfólk og eldri saman til eitt gott og lætt kvøld.
Runt landið finnast nógvar góðar sangkreftir, og fleiri teirra sleppa eisini framat við eina slíka viku. Í fyrstu syftu verður satsað uppá tey kórini, sum eru í Meinigheitshúsinum, men kórvitjanir eru eisini úr t.d. Toftum og Fuglafirði.
Talarar koma eisini nógvastaðni frá. Í ár hevur ein fingið klaksvíkingin, Hera Elttør sum talara. Hann starvast sum trúboðari m.a. fyri føroyingar í Danmark, men er hesa vikuna boðin til Havnar at tala á missiónsvikuni.
Gamal siður
Tað hevur altíð verið siður frá Heimamissiónini í Føroyum við slíkum møtirøðum ? ella missiónsvikum, sum tær verða kallaðar á mannamunni.
Um heystið verður skráin løgd fyri tann komandi veturin, um nær og hvar tær ymisku missiónsvikurnar liggja. Síðani verður farið undir at fyrireika hesar, at útvega talarar, sangkreftir og ikki minst at biðja fyri hesum møtum.
Hóast siðurin er gamal, so er boðskapurin kortini altíð nýggjur. Møtini ganga fyri seg á sama hátt sum vanligt, við sangi, eini talu og síðani vitnisburðum frá fólki. Alt miðar eftir at menniskju skulu hoyra Orðið og verða frelst.
Mong eru eisini tey, sum eftir eina slíka viku fingu at sanna, at tey vórðu frelst.









