Mátini tikin í loyndum

Tað er hugtakandi at síggja modellini hjá Birgari. Ikki minst takkað verið øllum detaljunum, sum eru at síggja á mongu bygningunum. Detaljur, sum saman við mátunum eru heilt í tráð við veruleikan.

- Tú kanst gott siga, at eg havi mált Miðbýin upp við tummastokki. Fyri tað heilt nógva er hetta gjørt tíðliga um morgunin, áðrenn fólk eru komin til arbeiðis. Eg eri jú flaggvørður á Tinganesi, og so havi eg ofta nýtt løturnar eftir hetta til at taka mát av onkrum bygningum. Einamest tí eg ikki havi tímað at gingið runt í Miðbýnum við tummastokki, tá hópatals onnur fólk eru hjástødd.

- Tað hevur eisini givið at bíta onkra tíð. Ta einu ferðina hevði onkur í bókhandlinum lagt til merkis, at hesin maðurin gekk í vikuvís og málti upp og niður upp á húsini, umframt at hópin av myndum eisini vórðu tiknar.

- Hetta undraði tey, og tann eina morgunin spurdi eitt av starvsfólkunum meg, hvat eg gjørdi. Nú myndir vóru komnar á Facebook í vikuni hitti eg sama mannin aftur, og tá segði hann flennandi, at nú hevði hann funnið útav, hvat var á vási, sigur Birgar.

- Men har er alt við. Hæddina ber sjálvandi ikki so væl til at máta, men hesar upplýsingar havi eg frá býráðsumsitingini. Og so havi eg bara roynt at fingið sum mest við av detaljum. Vindskeiðir og geriktir eru málað, skelti eru gjørd, og yvirhøvur vil eg hava, at alt er, júst sum tað eigur at vera. Bilar, fólk og trøð verða tó keypt liðug, men alt annað er gjørt við hond.