Handlarnir í miðbýnum hava eina nevnd, sum er undir Felagnum Tórshavn, og er tað hendan nevndin, sum stendur fyri tiltakinum. Seinastu árini hevur tiltakið verið hildið í hølunum hjá Havnar Klubba, vanliga um mánaðarskifti oktober/november. Hesu ferðina varð kanska eisini ein serligur dámur á tiltakinum, við tað at sýningin fór fram á 200 ára degnum hjá Klubbanum, og fekk tiltakið tí heitið »Mótin inn í ár 2000 á 200 ára degnum hjá Havnar Klubba«
Møttu tíðliga
Við tað at framsýningin fór fram inni í hølunum hjá Klubbanum, og tað sostatt var avmarkað, hvussu nógv kundu sleppa framat, vórðu atgongumerki seld í forsølu. Ikki stóð á at selja hesi, salurin, sum til hetta tiltakið varð settur at rúma 200 fólkum, var fullsettur.
Undirritaði helt seg vera í góðari tíð, tá eg kom í Klubban uml. 10 minuttir áðrenn tiltakið varð sett at byrja, men tað var sjón fyri søgn, at í hesum førinum hendi tað óvanliga, at allir áskoðararnir vóru til reiðar, langt áðrenn tiltakið byrjaði. Sostatt mátti eg taka til takkar við einum plássi niðri í einum króki, men við tað at talið av áskoðarum varð avmarkað, hevði eg kortini eitt gott útsýni, har eg við kaffikoppinum kundi sita og eygleiða framsýningina.
Stórt úrval
Mótasýningin byrjaði til ásettu tíðina, og so hvørt sum Jákup Magnussen greiddi frá, trinu ymsu modellini inn á pallin, har tey so gingu aftur og fram nakrar ferðir, so vit rættuliga fingu høvi til at síggja, hvussu tey vóru ílatin.
Úrvalið av klæðum var sjálvsagt sera stórt. Har var alt frá uttast til innast, til ung og gomul og vóru bæði kynini væl umboðað. Talan var bæði um klæaði, prýðislutir, hár og borðbrýði, soleiðis at øll fingu nakað í sín part. Nú veit eg ikki rættuliga, hvussu nógv model vóru, men leysliga vildi eg mett, at talið lá onkustaðni millum 40 og 50, og var hetta eisini við til at gera sýningina enn meira fjølbroytta.
Sum omanfyri nevnt, so vóru pløgg av øllum slag at síggja, og vóru sera nógvar flottar og spennandi samansetingar at síggja. Sjálv mótasýningin varð býtt í tveir hálvleikir, og í steðginum varð so hármótin inn í komandi øld at síggja, og hesin parturin stóð heldur ikki aftan fyri restina av tiltakinum. Esini vórðu lutaseðlar seldir, har luttakandi handlarnir lótu ein vinning hvør.
Fleiri høvdu nýtt høvið til at gera hetta til eitt slag av bindiklubba kvøldi, og samanumtikið varð talan um eitt rættuliga væl eydnað kvøld, har áskoðararnir sóu út til at hugna sær óført.










