Mótin á G! leygardagin var pregaður av regninum, regnjakkar við eini troyggju innanfyri var stílur - serliga nógvir gulir regnjakkar hava verið at sæð í ár.
Føroyskar húgvur eru eisini eitt hitt á G! festivalinum, bæði tær orduligu og G! húgvurnar, sum Navia hevur framleitt.
Annars er mótin sum á festivalum fleyst, roknaligur, líka til og festligur.
Sí fleiri myndir her :
Myndirnar hevur Harriet Olafsdóttir tikið.